Heilivágur
MEDISINSK ÚTGERÐ
TÆNASTUR
OKKARA VØRUR(https://www.apotek.fo/okkara-voerur)
Um okkum
Boða frá(https://www.apotek.fo/boda-fra)Bílegg(https://www.apotek.fo/bileggingar)Læknaportalur(https://www.apotek.fo/laeknaportalurin) Starvsmøguleikar(https://www.apotek.fo/starvsmoeguleikar)
No items found.
Upplatingartíðir(https://www.apotek.fo/um-okkum/upplatingartidir)
Alt
FO
Skiftisár
Tá ið kvinna fær mánasjúku í tannáringaárunum, eru mong egg í eggjarótunum. Í skiftisárunum, ið fyri flestu kvinnur kemur um 50 ára aldurin, fækkast eggini, og hormonið progesteron verður ikki gjørt regluliga. Eggloysnin heldur uppat, og einki progesteron verður gjørt meira. Fyri kvinnur merkir hetta, at mánasjúkan kann verða óreglulig, av tí at tað framhaldandi er ávirkan av østrogeni, inntil mánasjúkan heldur heilt uppat. Í onkrum førum kann hormongerðin koma aftur í styttri tíð, og tá kunnu kvinnur fáa bløðingar aftur.
Samstundis, sum østrogengerðin minkar, kunnu ávísir ampar í skiftisárunum fara at vísa seg. Vanligvís vara skiftisárini í 1-2 ár, men tey kunnu eisini vara frá fáum mánaðum og upp til 10 ár. Ymiskt er, hvussu kvinnur merkja hetta.
Hvørjir trupulleikar eru í skiftisárunum?
Ampar í skiftisárunum kunnu m.a. vera hesir:
Hita- og sveittabylgjur (umleið 80% av øllum kvinnum hava hita- og sveittabylgjur)
Skiftandi sinnalag
Ringt svøvnlag
Høvuðpína
Møði
Óvæntaður hárvøkstur
Hormonbroytingar kunnu gera, at slímhinnurnar (rovurnar) verða tynri, og tað kann elva til ampa í t.d.:
Móðurskeiðini, sum verður turrari, og sviði kenst
Landrásini og bløðruni, sum kann viðføra óviljað vatnlát
Ávirka skiftisárini bløðingina?
Broytta hormongerðin í skiftisárunum er orsøkin til óregluligar bløðingar hjá teimum flestu. Tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir til bløðingarnar, t.d. vøddaknútar ella polyppir á lívmóðurslímhinnuni. Um kvinna bløðir óvanliga illa, er tað av týdningi at fáa hetta kannað hjá lækna fyri at finna fram til, hvat gerast kann fyri at bøta um støðuna.
Er samband millum skiftisár og avkálking?
Beinagrindin avkálkast skjótari í skiftisárunum, og tað kann elva til beinbroyskni.
Beinagrindin avkálkast mest hjá kvinnum millum 60 og 70 ár. Kvinnur eru tí í størri vanda fyri at bróta handlið og mjadnar, um tær detta.
Kvinnur hava størri møguleika at fáa beinbroyskni, um sjúkan er í familjuni, ella um kvinnan kemur í skiftisárini, áðrenn hon er 45 ár. Hetta er eisini galdandi, um kvinnan er rak ella hevur sjúku í evnisskiftinum.
Hvussu ávirka skiftisárini sinnalagið?
Nakrar kvinnur hava óró í kroppinum, hjartabankan og andvekur, umframt at tær kenna seg sálarliga illa fyri – verða keddar og illar lættari.
Hvussu ávirka skiftisárini undirlívið?
Slímhinnurnar í móðurskeiðini, landræsinum og bløðruni eru hormonviðkvæmar. Tá hormongerðin minkar ella næstan fer burtur í einki, kunnu slímhinnurnar gerast tunnar og viðkvæmar. Hetta merkist sum skriði, sviði og broytt útflot og í onkrum førum turr slímhinna og pína við samlegu. Eisini fáa fleiri kvinnur tíðum bløðrubruna og hava ilt við at halda sær (inkontinensur). Hormon (østrogen) til lokala nýtslu kunnu vanliga loysa hesar trupulleikar.
Hvør er viðgerðin fyri skifitisár?
Skiftisárini koma, tá ið tey koma, og eingin heilivágur er, ið kann fyribyrgja hesum.
Tó kann hormon-viðgerð lætta um skiftisárini. Tilbúningar verða nýttir, sum antin innihalda annað av teimum báðum kvinnuligu kynshormunum, østrogen, ella bæði tvey, østrogen og gestagen. Gestagen líkist tí hormoni, sum gjørt verður í eggrótini eftir eggloysn (progesteron). Kommunulæknin ella serlækni í kvinnusjúkum vita, hvør viðgerð hóskar best til hvørja einstaka kvinnu.
Hvørjir hormonviðgerðarhættir eru?
Vanlig viðgerð ella staðbundin viðgerð (lokal-viðgerð)
Tað eru fleiri ymiskir hættir at taka hormon. Í “vanligari viðgerð” verður allur kroppurin ávirkaður, men í “lokalari viðgerð” verða bara serstøk støð ávirkað.
Verður østrogen tikið sum plástur ella gel, verður allur kroppurin ávirkaður, men skamturin er ikki so stórur.