Lýsing

Fíggjarligt støðufesti snýr seg um, at fíggjarkervið í síni heild er so sterkt og mótstøðuført, at trupulleikar, ið stinga seg upp, ikki breiða seg ótálmaðir í skipanini, soleiðis at grundleggjandi tænastur til borgarar, fyritøkur og tað almenna verða órógvaðar.

Fíggjarligt støðufesti(https://www.landsbankin.fo/?id=3)

Fíggjarligt støðufesti

Stóru peningastovnarnir í Føroyum eru alsamt ein váði fyri føroyska búskapin. Eisini vaksa pensjónsuppsparingarnar í Føroyum nógv næstu árini. Mett verður, at samlaða pensjónsuppsparingin í Føroyum kemur upp í 15-20 mia. kr., um øll koma upp í 12% uppsparing av lønini sambært galdandi eftirlønarlóg. Eisini eru samtøk í føroyska fíggjargeiranum, ið hava virksemi tvørtur um fleiri virkisøki, eitt nú pensjón, trygging og banka. Tilfeingisvinnurnar og stóru fyritøkurnar, ið virka innan tær, hava eisini alstóran týdning fyri búskapin. Samstundsi er almenni búskapurin merktur av, at stórar avbjóðingar eru við langtíðar haldførinum.