Rita inn

Handlar(https://ordrakurv.ph.fo/) Gastro(https://catering.ph.fo/)

21. mars 2026

Starvsfólk til framleiðsluna av lidnum rættum hjá Krás

Deil:

Vit leita eftir einum álítandi starvsfelaga til okkara framleiðslu í Hósvík, har vit framleiða og viðgera kjøt til handlar og veitarar kring alt landið.

Tínar arbeiðsuppgávur umfata m.a.:

At gera lidnu rættirnar til handlarnar

At gera kjøtsós og annað, ið skal brúkast til teir ymisku rættirnar

At bíleggja vørur til tína framleiðslu

At halda reinføri í hølinum og vaska upp eftir framleiðslan er liðug

At vera við til at skapa nýggjar vørur saman við leiðaranum

At hjálpa til við pakking og annað fyrifallandi arbeiði, tá tørv er á tí

Vit vænta, at tú:

Ert røkin, ágrýtin og hevur eitt gott handalag

Ynskir at hjálpa til, har tørvur er á tí

Er før/førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða tær:

Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum.

Arbeiðstíðir: Gerandisdagar kl. 07.00 – 15.00

Lønar- og setanarviðurskifti eftir avtalu.

Um Krás:

Krás hevur síðan 1986 framleitt og veitt kjøtvørur til føroyingar. Úrvalið av Krás vørum er fjølbroytt og fevnir bæði um føroyskan viðskera og feskan og frystan døgurðamat. Vit leggja stóran dent á góðsku, reinføri og handverksligar dygdir. Vit húsast í Hósvík, har uml. 15 starvsfólk dagliga starvast.

Umsókn og samband:

Send umsókn og lívsrensl til hr@ph.fo í seinasta lagi sunnudagin 29. mars 2026.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásbjørn A.