Húsaskoðan og ognarskiftistrygging
Hvat er ein húsaskoðan?
Ein húsaskoðan er í stuttum ein støðulýsing, sum lýsir støðuna á eini ogn.
Endamálið við skoðanini er at greiða frá, um fysiska støðan á ognini er verri enn fysiska støðan á eini aðrari samsvarandi ogn av sama aldri og slagi.
Húsaskoðanin er býtt sundur í ein part, har seljarin upplýsir um viðkomandi feilir við ognini, og ein part, har húsaskoðarin ger eina støðulýsing av ognini.
Tað er ein fortreyt fyri at fáa eitt tilboð uppá eina ognarskiftistrygging, at ein húsaskoðan fyriliggur um ognina, og at hendan enn er galdandi.
Vit leggja dent á, at ein húsaskoðan ikki er ein alfevnandi vissa, har alt verður kannað til botns í ognini. Húsaskoðarin kannar bara ognina fyri sjónligar feilir, og ger tískil ikki nakrar destruktivar kanningar (sum t.d. at kanna undir gólvinum ella bora hol í veggin), sum kunnu gera vart við og lýsa fjaldar feilir.
Húsaskoðarin ger tó viðmerkingar til støðuna við skaðaeyðkennum, og um hann metir tað vera neyðugt, mælir hann til, at eitthvørt verður kannað nærri. Hetta ger húsaskoðarin, tá ið sjónligar ábendingar eru um feilir ella vanda fyri feilum, og hann ikki hevur møguleika at kanna hetta nærri.
Hesi eru skaðaeyðkennini:
S0 - Kosmetisk brek ella skaði
S1 - Minni álvarsom brek
S2 - Álvarsom brek
S3 - Sera álvarsom brek
KN - Kanna nærri
Vit gera vart við, at tað er sera umráðandi fyri keypara at skilja týdningin av teimum ymisku skaðaeyðkennunum, og í hvønn mun hetta kann hava ávirkan á keyparans møguleika fyri at krevja endurgjald frá seljara ella tryggingarfelagi.