Viðgerð av persónupplýsingum

Í Skyn skilja vit, hvussu umráðandi tað er fyri teg, at tær persónupplýsingar, sum tú letur okkum, verða handfarnar rætt. Verja av tínum persónupplýsingum er okkara ábyrgd, og hana taka vit í størsta álvara. Her kanst tú lesa meiri um, hvussu vit innsavna, viðgera og verja tínar persónupplýsingar og um hvørji rættindi, tú hevur. Vit vita, at verja av persónupplýsingum áhaldandi skal røkjast, og tí dagføra vit av og á hesa síðu, t.d. tá ið vit broyta, hvussu vit viðgera persónupplýsingar, ella tá ið vit seta nýggjar reglur ella mannagongdir í verk.

Niðanfyri lýsa vit, hvussu vit viðgera persónupplýsingar, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu. Kunna teg eisini um, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, tá ið tú:

ert kundi í Skyn(https://www.skyn.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fVi%c3%b0ger%c3%b0+av+pers%c3%b3nsuppl%c3%bdsingum%2fKunning-t%c3%a1-uppl%c3%bdsingar-ver%c3%b0a-savna%c3%b0ar+-+Skyn+-+rev.+15-05-2024.pdf) (kunning um viðgerð av persónupplýsingum)

søkir starv í Skyn(https://www.skyn.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiles%2fVi%c3%b0ger%c3%b0+av+pers%c3%b3nsuppl%c3%bdsingum%2fPrivatlivspolitik+rekruttering+SKYN+rev.+15-05-2024.pdf)

Soleiðis savna og viðgera vit upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu

Sum flestallar heimasíður savnar okkara heimasíða sjálvvirkandi ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar hana. Hesar upplýsingarnar kunnu t.d. fevna um tína IP-adressu, økið hvaðani tín telda ella eind bindur seg í alnetið, hvønn kaga og hvørja stýrisskipan tú brúkar, og upplýsingar um, hvussu tú brúkar heimasíðuna, undir hesum hvørjar undirsíður tú vitjar. Vit brúka upplýsingarnar til at tillaga og menna heimasíðuna, so hon nøktar tørvin hjá teimum vitjandi. Vit kunnu eisini brúka tína IP-adressu til at finna brek á servarum okkara og til at umsita heimasíðuna, greina rák, spora hvussu tú brúkar heimasíðuna og til at savna yvirskipaðar demografiskar upplýsingar, sum vit brúka til at greina tørvin hjá vitjandi á heimasíðuni. Tá ið tú brúkar ein roknara ella fyllir oyðubløð út á heimasíðuni, goyma vit tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at fáa samband við teg, um tú hevur biðið um at fáa samband við ein ráðgeva.