Ráðgeving til tín sum keypari
Umhugsar tú at keypa, men veitst ikki heilt, hvussu tú skalt bera teg at? Hjá Skyn hava vit serkøn metingarfólk, sum kunnu hjálpa tær.
Vit hava drúgvar royndir og holla løgfrøðiliga vitan um keyp og sølu av fastogn, og kunnu ráðgeva tær og umboða teg í sambandi við keypið.